- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gerðarrættur skal viðgera trætumál um Musikkskúlan

Enn verður bara pjøssað sum frægast upp á Musikkskúlan í Havn, har klædningurin er í ringum standi, og tað lekur rættiliga illa.
Eisini er ymiskt annað í ólagi, millum annað virkar høvuðsinngongin ikki. Tað hoyrist eisini væl millum undirvísingarhølini, sum er rættiliga óheppið á einum musikkskúla. Tað avmarkar eisini, hvussu skúlin kann brúkast.
Av tí at eingin ábyrgd er staðfest, eru heldur ongar veruligar umvælingar gjørdar enn.
Fyri gerðarrætt
Málið er lagt fyri ein gerðarrætt, sum skal hava eina kanning at taka støðu út frá, eitt sonevnt "syn og skøn". Men tað hevur tikið tíð at semjast um, hvat sýnsfólkini skuldu kanna.
Herfyri var semja funnin, og sýnsfólkini tilnevnd.
Magnus Dam, deildarleiðari, sigur, at sýnsarbeiðið varð gjørt 10., 11. og 12. februar. Nú fara partarnir at taka støðu til, um okkurt skal kannast aftrat ella ikki. Síðani er málið greitt at fara gerðarættin.
Tá niðurstøðan frá sýninum er endalig, kann farast undir at umvæla bygningin. Tá er spurningurin bara, hvør endar við rokningini, býráðið ella tey, sum hava havt ábyrgd av byggingini.