Heilsuhjálparafelagið og KAF fara nú aftur til samráðingarborðið

Heilsuhjálparafelagið og KAF fara nú aftur til samráðingarborðið
Heilsuhjálparafelagið hevur gjørt uppskot til samráðingarnar, sum verða tiknar uppaftur fríggjadagin
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum.
 
24.02.2025 - 15:01

Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fara nú aftur til samráðingarborðið.

Heilsuhjálparafelagið fór frá samráðingunum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið 13. februar, tí felagið kundi ikki góðtaka krøvini í uppskotinum frá KAF.

Samráðingarfundurin vardi bert í 20 minuttir.

Feløgini høvdu frammanundan samráðst í fýra mánaðir.

 

Nevndin í Heilsuhjálparafelagnum fekk fullan stuðul frá álitisfólkunum um avgerðina at steðga samráðingunum við KAF. (Mynd: Heilsuhjálparafelagið)

 

- Uppskotið frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum var ein long røð av krøvum, um at okkara limir skuldu geva frá sær vunnin rættindi, uttan at fáa nakað afturfyri. Tí steðgaði eg fundinum, sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum.

Heilsuhjálparafelagið hevur nú gjørt uppskot til semju, sum er latið Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, og partarnir hava avtalað fund fríggjadagin klokkan 10.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551