Endaliga niðurstøðan kemur um nakrar dagar

Endaliga niðurstøðan kemur um nakrar dagar
Landsstýrismálanevndin viðgjørdi svarið frá Dennisi Holm, landsstýrismanni, í dag
Hans Jacob Thomsen er formaður í landsstýrismálanevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.02.2025 - 15:42

Landsstýrismálanevndin hevði í dag fund um kæruna av Dennisi Holm, landsstýrismanni, sum er kærdur fyri at hava útlutað 32.500 tons av svartkjafti av órøttum.

Nevndin kom herfyri til eina fyribils niðurstøðu, út frá einum tilmæli frá Kristinu Samuelsen, advokati.

Fyribils niðurstøðan varð send  22. januar til viðmerkingar.

Dennis Holm fekk longda svarfreist, og hann hevur nú svarað.

Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini, sigur, at nevndin saman við Kristinu Samuelsen í dag viðgjørdi svarið. Men enn fyriliggur ikki nøkur endalig niðurstøða. Hon kemur um nakrar dagar, sigur Hans Jacob Thomsen.

Málið hevur verið drúgt, tí tað var  5. mai í fjør, at Árni Skaale kærdi Dennis Holm til landsstýrismálanevndina.

Tað eru skjótt tíggju mánaðir síðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017