Borgarstjórin: Eingin samanlegging í hesum valskeiðnum

Borgarstjórin: Eingin samanlegging í hesum valskeiðnum
Kanning vísir, at meira enn 57 prosent av vestmenningum eru fyri at leggja saman við Kvívíkar kommunu, men Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, vil heldur útbyggja samstarvið
Meiriluti av vestmenningum vil leggja saman við Kvívíkar kommunu, vísti kanning, sum var gjørd í sambandi við kommunuvalið.
 
25.02.2025 - 13:07

Hóast ein stórur partur av vestmenningum sigur seg vera fyri at leggja saman við Kvívíkar kommunu, so verður tað neyvan í hesum valskeiðnum.

Tað sigur Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu. 

 

Sára Jógvansdóttir. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Kommunukanningin, sum Kringvarpið gjørdi saman við Lóðri fyri kommunuvalið, vísti annars, at 57,1 prosent av vestmenningum eru fyri at leggja saman við Kvívíkar kommunu.

Sára Jógvansdóttir hevur ongar ætlanir um samanlegging, men mælir til at útbyggja samstarvið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

25022025_Vestmanna

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017