
- Tíðindi, mentan og ítróttur
List í almenna rúminum á Vágskálini

Á Vágskálini í morgin kl. 17.00 verður list í almenna rúminum løgd undir luppin, serliga standmyndir av kvinnum.
Høvið at taka evnið upp er standmyndin av naknari kvinnu uttan fyri stórhøllina við Tjarnir.
Kinna Poulsen, Annita á Fríðriksmørk og Elisa Vang sessast í útvarpsstovuni at kjakast um evnið.
Hví gongur hon ikki í klæðum?
Tað var Elisa Vang, kjakari, ið av álvara festi í kjakið, tá hon í einari Facebook-dagføring undraðist yvir listaverkið hjá Hans Paula Olsen av einari naknari kvinnu uttanfyri nýggju stórhøllina við Tjarnir.
Hvør var hendan kvinnan? Hvønn leiklut hevur hon í mentanarsøgu landsins? Hvørja ítróttargrein umboðaði hon? Og hví gekk hon ikki í klæðum?
Nógv vóru samd við Elisu Vang, at myndaevnið var eitt sindur undarligt til júst hasa staðsetingina uttan fyri nýggju stórhøllina við Tjarnir, ið skal brúkast til ítrótt, konsertir og ráðstevnur.
Onkur spurdi, um standmyndin ikki bara var eitt avrit einari aðrari standmynd hjá Hans Paula Olsen, sum er í Plantasjuni í Havn?
Meðan onkur annar spurdi, um tíðin ikki er farin frá hasum slagnum av standmyndum? Kanska høllin flytir okkum fram í tíð, men tað ger henda standmyndin ikki, staðfesti onkur.
Kjakið var eisini tikið upp í Degi og viku. Sí innslag her:
Vakrar kvinnur eru ein avbjóðing
Anita á Fríðriksmørk, fólkaskúlalærari og fyrrverandi løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, var ósamd.
Trupulleikin við standmyndini við Tjarnir er kanska, at kvinnan er vøkur, staðfesti Anita á Fríðriksmørk í einari Facebook-dagføring.
"At síggja til bara ein, sum er væl úr bergi brotin. Tað fær onkran at halda, at hon symboliserar krøv til kvinnukroppin. Betur var kanska, um hon var eitt sindur kálvaknýggja, reyvasíð og við hangandi boppum. Nei, ikki veit eg. Men naknir kvinnukroppar nýtast ikki at verða sexobjekt ella sexistiskir. Heldur ikki um teir eru vakrir."
Í Vágskálini í morgin hittast so Anita á Fríðriksmør og Elisa Vang, saman við Kinnu Poulsen, til at kjakast um list í almenna rúminum - serliga standmyndir av kvinnum.
Hvat: Vágskálin
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð