- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ukrainar kenna seg vælkomnar í Føroyum

249 ukrainar hava biðið um uppihaldsloyvi í Føroyum, síðani russisku innrásina í Ukraina fyri trimum árum síðani.
Millum teirra eru Yullia Spiridonova og synirnir, Daniil og Rodion, og mamma Yulliu, Olena, sum komu til Føroya í mars í fjør.
Tey ætla sær eina framtíð í Evropa, kanska Føroyum.
Tey frættu um Føroyar frá vinfólki. Tey ferðaðust higar í seks dagar, gjøgnum Pólland, Týskland og Danmark, og fóru so umborð á Norrønu.
Tað var hart at fara frá øllum teimum, sum tey kendu í Ukraina.
Men móttøkan í Føroyum var góð.
Sjálvboðin hjá Reyða Krossi stóðu fyri teimum, tá tey komu í land, og veittu teimum hjálpina, sum brúk var fyri.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Í løtuni búgva 220 ukranar í Føroyum. Av teimum eru 55 børn yngri enn 18 ár, sum er ein fjórðingur.
Í 2022 búðu 12 ukrainar í Føroyum.
Í november í fjør høvdu 74 ukrainar arbeiði í Føroyum.
Tey flestu starvast í framleiðsluvinnuni, heil- og smásølu, gisting og matstovuvinnu, umframt í almennu umsitingini, vísa hagtøl frá Hagstovuni.