- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leita aftur eftir horvnum flogfari
Leita aftur eftir horvnum flogfari
239 fólk vóru við flogfarinum hjá Malaysia Arlines, sum hvarv fyri 11 árum síðani

Tað er framvegis ein gáta, hví flogfarið hjá Malaysia Airlines datt niður í Indiahavið fyri 11 árum síðani.
25.02.2025 - 15:18
Leitingin eftir Malaysia Airlines-flogfarinum MH370, sum hvarv á veg úr Kuala Lumpur til Beijing fyri 11 árum síðani, er tikin uppaftur í Indiahavi.
Bretska felagið, Ocean Infinity, skal leita eftir flogfarinum, sigur malaisiski samferðslumálaráðharrin, Anthony Loke, í dag.
Avtalan millum malaisikar myndugleikar og felagið er ikki undirskrivað, men kortini er leitingin hjá Ocean Infinity byrjað. Higartil er einki funnið.
Flogfarið hvarv 8. mars 2014 við 239 fólkum.
Enn er ikki greitt, hví flogfarið datt niður í Indiahavið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV