- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kostar 3.700 milliardir at byggja Ukraina uppaftur
Kostar 3.700 milliardir at byggja Ukraina uppaftur
Russisku álopini hava elvt til beinleiðis skaðar fyri slakar 1.300 milliardir krónur

Russisku álopini á Ukraina hava kostað 1.300 millardir kr., skrivar Reuters.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix
25.02.2025 - 14:55
Kríggið í Ukraina hevur vart í trý ár, og tað fer at kosta 3.700 milliardir krónur at byggja landið uppaftur.
Tað vísir nýggj felags frágreiðing frá Heimsbankanum, ST, ES og Ukraina.
Russisku álopini á Ukraina hava elvt til beinleiðis skaðar fyri slakar 1.300 milliardir krónur, skrivar Reuters.
Í gjár, 24 februar, vóru trý ár liðin síðani russisku innrásina í Ukraina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV