- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Trý ár síðani innrásina í Ukraina
Á Breddanum: Trý ár síðani innrásina í Ukraina
Í sendingini í dag fortelja vit søgurnar hjá summum teirra her á landi, sum uppliva kríggið í fyrstu røð

Í gjár var skipað fyri tiltøkum ymsastaðni í heiminum í sambandi við, at trý eru liðin, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix
25.02.2025 - 09:05
Í gjár vóru trý ár síðani, at Russland fór um markið, sum nógv hildu vera óhugsandi, og gjørdi innrás í Ukraina.
Tá bleiv mett og vónað, at kríggið fekk ein skjótan enda, men trý ár seinni eru samanbrestir á hermótinum enn gerandiskostur.
Meðan tey flestu okkara lesa um kríggið og síggja ræðuleikarnar í miðlunum, so eru tað nøkur her á landi, ið uppliva kríggið í fyrstu røð.
Í sendingini í dag fortelja vit søgurnar hjá summum teirra.
Breddin í útvarpinum og á kvf.fo
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV