
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Handilsvinnan: Eiga at vanda okkum meira um orðingarnar

- Vit eiga at vanda okkum meira um orðingarnar.
Tað sigur Eyðvør Berg, forkvinna í Handilsvinnufelagnum, nú fleiri handlar hava fingið átalu frá Brúkaraumboðnum fyri at brúka orðið "tilboð" um søluvørur, tá ið hetta ikki hevur verið í samsvari við marknaðarføringarlógina.
Rannvá Sólheim er brúkaraumboð.
Sambært Brúkaraumboðnum hava fleiri handlar sett vøru á tilboð, hóast vøran ongan undanprís hevur - ofta, tí hon ongantíð hevur verið sett til sølu fyrr. Tá kann ikki vera talan um tilboð sambært marknaðarføringarlógini, tí tað ber ikki til at samanbera tilboðsprísin við nakran annan søluprís.
Eyðvør Berg heldur, at í summum førum átti tað helst at itið "niðursettur" prísur heldur enn "tilboð."
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: