Tilbúgvingin ikki altíð í lagi

Tilbúgvingin ikki altíð í lagi
Nógv berghol eru ikki dagførd sambært krøvunum, sum nú eru um tilbúgving
Krøvini um tilbúgving eru tey, sum vóru, tá bergholini vóru gjørd.
 
20.02.2025 - 06:12

Landsstýrismaðurin, sum umsitur tilbúgving, ásannar, at tilbúgvingin í bergholunum er ikki altíð nóg góð.

Tað ger Bjarni Kárason Petersen í svari til Anniku Olsen, løgtingskvinnu.

Nógv berghol eru ikki dagførd sambært krøvunum, sum nú eru um tilbúgving, sigur landsstýrismaðurin.

Og dømi eru um, at tilbúgvingin leingi hevur verið óvirkin.

Sambært tilbúgvingarlógini hava allir partar í tilbúgvingini skyldu til at samstarva. 

Bjarni Kárason Petersen sigur, at hann hevur vegleitt allar partar um teirra ábyrgdarbýti.

Hann hevur eggjað teimum til samstarv um tilbúgving í bergholum og undirsjóvartunlum.

Landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum samskipar tilrættisleggingina.

Hann skal á tann hátt tryggja eina samvirkandi tilbúgving fyri alt landið og veita myndugleikum, kommunum og fyritøkum ráðgeving.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017