![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/20191015_folkaradisligur_trupulleiki_0059.jpg?itok=6CD8nJlW)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lívfrøðingur: Sannlíkt at kópastovnurin er vaksin
Lívfrøðingur: Sannlíkt at kópastovnurin er vaksin
Alifyritøkur hava ikki havt loyvi at skjóta kóp síðani 2021
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2023-06-27-11h01m12s323.png?itok=qEm0G2vQ)
Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur.
14.02.2025 - 11:42
Í útvarpinum í gjár segði Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, at føroyski kópastovnurin er nógv vaksin seinastu árini
Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Havstovuni, sigur, at tað er sannlíkt, at føroyski kópastovnurin er vaksin síðan 1. januar 2021, tá lógin varð broytt, soleiðis at alifyritøkurnar ikki longur kundu skjóta kóp.
Mett verður, at føroyski kópastovnurin í 1960'unum lá um 3.000. Í dag er hann helst umleið helvtina av tí.
Tað hevur verið ført fram, at ein ov stórur kópastovnur kann ganga út yvir fiskastovnarnar, men Bjarni Mikkelsen heldur ikki, at tað er ein trupulleiki í Føroyum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
14022025_Kopar
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV