- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark brúkar trý prosent av BTÚ til verjuna
Danmark brúkar trý prosent av BTÚ til verjuna
50 milliardir krónur verða settar av næstu tvey árini

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, á tíðindafundi um verjuna seinnapartin.
Mynd: Ritzau Scanpix
19.02.2025 - 15:59
Næstu tvey árini fer Danmark at brúka trý prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verjuna.
Danska stjórnin setur 50 milliardir krónur av til verjuna næstu tvey árini.
Stjórnin gevur eisini ovastanum í donsku verjuni víðari heimildir at keypa útgerð til verjuna.
Endamálið við at dubba seg er at sleppa undan kríggi, segði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, á tíðindafundi fyri løtu síðani:
Mette_um_verju
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV