Inuksuk 1 komin á Havnina

Inuksuk 1 komin á Havnina
Trolarin skal fiska rækjukvotuna, sum reiðaríið í Hósvík eigur frá Kappanum, sum samtakið framvegis eigur
Inuksuk 1, fyrrverandi Hvítanes, kom á Havnina í morgun.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.02.2025 - 10:35

Trolarin, sum Thor í Hósvík hevur keypt í Kanada, er komin til Føroya, og liggur nú á Havnini.

Inuksuk 1, sum trolarin eitur í løtuni, fór úr Bay Roberts í Kanada 11. februar.

Inuksuk I skal fiska rækjukvotuna, sum reiðaríið í Hósvík eigur frá Kappanum, sum samtakið framvegis eigur. 

Inuksuk 1 er gamli Hvítanes.

Skrokkurin var bygdur í Nakskov, men skipið var gjørt liðugt á Skála í 1987.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948