Nýggjar sjálvtøkur í Klaksvík, Runavík og Vágum

Nýggjar sjálvtøkur í Klaksvík, Runavík og Vágum
Í vár kunnu fólk í Vágum, Klaksvík og Runavík keypa handkeypsheilivág alt samdøgrið
Mynd: Heilsumálaráðið  
 
19.02.2025 - 18:21

Nýggjar sjálvtøkur til handkeypsheilivág verða settar upp uttanfyri apotekini í Klaksvík, Runavík og Vágum.

Heilsumálaráðið skrivar, at hetta fer at geva fólki betri atgongd til handkeypsheilivág alt samdøgrið.

Fyrsta sjálvtøkan í landinum var tikin í nýtslu í fjør, hon stendur uttanfyri Tjaldurs apotek í SMS í Havn.

Sjálvtøkurnar eru knýttar at Skjáttuni hjá Talgildu Føroyum, og bara fólk sum eru 18 ár ell eldri, kunnu keypa í sjálvtøkunum.

Ætlanin er, at fleiri sjálvtøkur skulu setast upp um landið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017