- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bakkafrost minni avlop síðsta ársfjórðing í fjør

Bakkafrost-samtakið hevði 280 mió. kr. í avlopi fjórða ársfjórðing í fjør.
Tað var 356 mió. kr. fjórða ársfjórðing í 2023.
Tøkan í Føroyum var 16.638 tons og 3.840 tons í Skotlandi, nakað meira í Føroyum enn í 2023, og minni í Skotlandi.
Laksamarknaðurin er merktur av størri útboði, sum trýstir laksaprísin niður.
Lægri prísur
Í fjórða ársfjórðingi í fjør var prísurin lægri enn væntað. Hetta hevði neiliga ávirkan á úrslitið hjá Bakkafrosti
Lívfrøðiliga gongdin var góð, serliga í Føroyum.
Bæði í Føroyum og í Skotlandi vóru lúsatølini lítil og miðalvektin á tikna laksinum góð, skrivar Bakkafrost.
Met í fóðursølu
Við árslok var greitt, at Havsbrún annað árið á rað setti met í fóðursølu.
Men nógv minni fiskur var í fjórða ársfjóðingi.
So, nógv minni fóður og lýsi vóru seld enn í fjórða ársfjórðingi 2023.