- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinnur eiga meginpartin av lønarvøkstrinum seinasta árið

Kvinnurnar eiga størsta partin av vøkstrinum í lønum seinasta árið.
Seinastu 12 mánaðirnar, frá februar í fjør til januar í ár, eiga kvinnur 38,9 prosent av lønunum.
Tað er eitt prosent meira enn frá 2023 til 2024.
12,8 milliardir krónur vóru goldnar í lønum frá februar í fjør til januar í ár.
Tað eru fimm prosent, slakar 600 milliónir meira enn árið fyri.
Størsti vøksturin er hjá kvinnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði.
Í vinnugreinum er vøksturin serliga stórur í heilsu- og almannaverki og í almennari umsiting og verju.
Gongdin vísir, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur, men hann er viknaður seinasta árið, skrivar Hagstovan.