- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sólin hitar húsini
Sólin hitar húsini
Ragnar Mørkøre hevur tilsamans 20 sólpanel at hita tvey hús, og hann letur væl at, hóast sólin sæst sjáldan um veturin

Ragnar Mørkøre hevur góðar royndir við sólpanelum.
19.02.2025 - 14:28
Ein stóran part av árinum er illfýsið og grátt, men hóast tað loysir tað seg at satsa upp á sólorku.
Tað sigur Terji Nielsen, menningarleiðari í SEV.
Ragnar Mørkøre í Havn hevur tilsamans 20 sólpanel at hita tvey hús, og hann ætlar at fáa seks panel aftrat.
Ragnar letur væl at, hóast hetta hevur verið myrkasta tíðin og sólin sjáldan sæst. Hann sigur, at hann sparir pengar.
Terji Nielsen sigur, at tað er gott fyri elskipanina, at sólorkan verður um alt landið.
Hóast veðrið ein stóran part av árinum er illfysið og grátt, framleiða sólpanelini streym.
Sí innslag í Degi og Viku:
Solpanel_SEV
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV