![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/homerun_cover_art.png?itok=TXGps4b9)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jasmin Mote: "Plátan er mín søga"
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sendingamyndir_5.jpg?itok=b9QB_Cxw)
"Welcome to my head, it can get messy," eru fyrstu orðini á nýggju plátuni hjá Jazzygold "It's Been a While", sum kemur út fríggjadagin.
Týtt, so merkir fyrsta reglan á plátuni "vælkomin inn í mítt høvd, men gev gætur, at tað kann vera eitt sindur óruddiligt."
Hetta er rættiliga umboðandi fyri evnini, ið plátan viðger, sigur Jasmin Mote, ið er kvinnan handan listanavnið Jazzygold, í sendingini LEITISSTEIN.
"Eg haldi, at hendan plátan er mín søga - ein bókstavilig gjøgnumgongd av mínum lívi og tí, ið eg havi við í viðførinum. Hetta er nokk so nógv ein dagbók yvir mítt lív."
"It's Been a While" inniheldur seks sangir, ið spegla bæði tað vakra og tað torføra, við einari ljóðmynd, sum blandar popptónleik og R&B.
Eitt kærleiksbræv til familjuna
Serliga sangurin "Homerun" stingur eitt sindur burtur úr rúgvuni, tí hann á ein sera ærligan hátt sigur søguna um uppvøksturin hjá Jasmin Mote í Vestmanna.
Sjálv lýsir Jasmin sangin sum eitt kærleiksbræv til sína familju og tað, ið tey hava verið ígjøgnum saman.
"Sangurin loyvir lurtaranum innum mína søgu og míni barnaár, ið hava formað meg. Eg royni at seta orð á, hvussu tað var at vaksa upp í Vestmanna millum tvær mentanir, ta føroysku og ta kenjansku. Meðan mamma mín er úr Føroyum, so er pápi mín úr Kenja, so eg var brún, hevði krúllur og rættiliga øðrvísi enn øll hini børnin í Vestmanna, og tann sannroynd ger bara okkurt við ein," greiðir Jasmin Mote frá í LEITISSTEIN.
Leitað eftir sínum úttrykki
Heitið "It's Been a While" peikar á ta sannroynd, at tað er gingin ein løta, síðan nakað hevur verið at hoyra frá Jasmin Mote.
Tá bólkurin Jasmin, ið er uppkallaður eftir tónlistakvinnuni, fór í dvala, fór Jasmin at leitaði eftir, hvat skuldi vera tað næsta fyri hana tónlistarliga.
"Tað tók mær eina góða løtu at finna fram til hetta úttrykkið, og eg hevði eisini eina tíð við skriviblokering, har eg ikki fekk so nógv av skafti," greiðir Jasmin Mote ærliga frá.
Tað bleiv so Jazzygold, ið er ein tónlistarligur karakterur og eitt tónlistarligt úttrykk, ið tað hevur tikið Jasmin Mote tvey ár at finna fram til.
"Tað var ikki fyrr enn eg møtti svenska tónleikaranum og framleiðaranum Daniel Hedberg á einari sangskrivaralegu, at tað heila gekk upp í eina hægri eind," greiðir Jasmin frá.
Tey bæði hava skrivað, útsett og upptikið sangirnar saman, meðan Daniel hevur tikið sær av at innspæla, upptaka, ljóðblanda og mastra
Jazzygold fer at spæla útgávukonsertir í vikuskiftinum:
- Fríggjadagin 14. feb., Tutl, kl. 16.30: Lítil solo-konsert í Tutl í Havn
- Fríggjakvøldið 14. feb., Listastovan í Miðvági, kl. 20: Útgávukonsert
- Leygarkvøldið 15. feb., Perlan í Havn, kl. 19: Útgávutiltak og konsert
Hoyr Jasmin Mote frumspæla og greiða frá nýggju plátuni "It's Been a While" í sendingini LEITISSTEIN.
Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Týskvøld kl. 21, og tá tað passar tær á KVF Ljóð