- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrsti kvinnuligi forsætisráðharrin í Liktinstein
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/brigitte_haas.jpg?itok=_-Stm8nT)
Fyri fyrstu ferð verður forsætisráðharrin í Liktinstein ein kvinna.
Tað skrivar týska tíðindastovan dpa.
Val var í Liktinstein í gjár, og har bleiv konservativi flokkurin VU størsti flokkur við 38,3 prosentum av atkvøðunum. Næststørstur er progressivi flokkurin FBP, sum fekk 27,5 prosent.
Brigitte Haas er forkvinna í VU, og tekur sambært dpa við sum stjórnarleiðari 20. mars.
Kvinnur í Liktinstein fingu ikki valrætt fyrr enn í 1984. Tað fingu tær á eini fólkaatkvøðu, har bara menn sluppu at atkvøða. Úrslitið í prosentum var 51-49 fyri, at kvinnur skuldu fáa valrætt.
Sostatt var Liktinstein seinasta landið í Evropa, sum gav kvinnum valrætt.
Í Liktinstein er tað tó framvegis fúrstin, sum hevur størsta valdið. Hann kann koyra stjórnina frá, og hevur eisini sýtingarrætt til at steðga lógaruppskotum at koma fyri tingið.