Beyoncé vann loksins eina Grammy fyri bestu plátu

Beyoncé vann loksins eina Grammy fyri bestu plátu
Í nátt eydnaðist loksins hjá Beyoncé at vinna stóra Grammy-heiður fyri at hava gjørt ársins plátu fyri countryplátuna "Cowboy Carter"
Beyoncé og dótturin hálsfevnast
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
03.02.2025 - 09:07

Heimsins størstu tónleikaheiðurslønir, Grammy-heiðurslønirnar, blivu í nátt handaðar í Los Angeles í USA.

Hóast skógareldar herja í økinum, so bleiv valt at halda stóra hátíðarhaldið fyri tónleikinum, men høvið bleiv eisini nýtt til at savna pening inn til at endurbyggja Los Angeles. 

Stórur spenningar var um, hvørt tað loksins skuldi eydnast Beyoncé at vinna stóru heiðurslønina fyri bestu plátu.

Beyoncé hevur vunnið upp í leypar av Grammy-heiðurslønum millum ár og dag, men júst heiðurslønin fyri bestu plátu hevur ferð eftir ferð gloppið henni av hendi, hóast hon hevur verið tilnevnd fleiri ferðir. 

 

Loksins bragdaði

Men í nátt bragdaði, tá countryplátan hjá Beyoncé, "Cowboy Carter", loksins vann henni mæta heiðurin frammanfyri eitt nú Taylor Swift, Sabrinu Carpenter og Billie Eilish.

Harvið gjørdist Beyoncé fyrsta litta kvinna síðam Lauryn Hill í 1999, ið vann grammy-heiðurin fyri bestu plátu. 

Yvirhøvur gjørdist Beyoncé tann heilt stóri vinnarin á kvøldinum, tí umframt ársins plátu, so vann hon eisini fyri ársins besta countryplátu, og bestu countryduett saman við Miley Cyrus við sanginum "II Most Wanted".


Mynd: Mario Anzuoni/Reuters/Ritzau Scanpix

 

Tilnevnd 99 ferðir - vunnið 35 ferðir

Beyoncé var tilnevnd í 11 ymiskum bólkum, ið var mest av øllum.

Samanlagt hevur Beyoncé nú verið tilnevnd til ein Grammy 99 ferðir, og tað er tað mesta, ið nakað tónlistafólk hevur verið tilnevnt. 

Samanlagt hevur Beyoncé nú vunnið 35 Grammy-heiðurslønir, og harvið slóg hon sítt egna met. 

Ein annar stórur vinnari í nátt var Kendrick Lamar, ið vann fimm heiðurslønir, og Sabrina Carpenter, som vann tríggjar. 

 

Allir Grammy-vinnararnir
Ársins pláta: "Cowboy Carter", Beyoncé
Ársins innspæling: "Not Like Us", Kendrick Lamar
Ársins sangur: "Not Like Us", Kendrick Lamar, sangskrivari (Kendrick Lamar)
Ársins poppduett: "Die With a Smile", Lady Gaga & Bruno Mars
Besta popp vokalpláta: "Short n' Sweet," Sabrina Carpenter
Besta popp soloavrik: "Espresso," Sabrina Carpenter
Besta nýggja navn: Chappell Roan
Besta dance/elektroniska innspæling: "Neverender," Justice og Tame Impala
Besta popp dance innspæling: "Von Dutch," Charli XCX
Besta rapp pláta: "Alligator Bites Never Heal," Doechii
Besti rapp sangur: "Not Like Us," Kendrick Lamar, sangskrivari (Kendrick Lamar)
Besta rapp framførsla: "Not Like Us," Kendrick Lamar
Besta melodiska rapp framførsla: "3," Rapsody featuring Erykah Badu
Besta sjónbandalag: "Not Like Us", Kendrick Lamar
Besta R&B avrik: "Made For Me (Live on BET)," Muni Long
Besta R&B pláta: "11:11 (Deluxe)," Chris Brown
Besta siðbundna R&B avrik: "That's You," Lucky Daye
Besti R&B sangur: "Saturn," Rob Bisel, Carter Lang, Solana Rowe, Jared Solomon og Scott Zhang, sangskrivarar (SZA)
Besta framsøkna R&B pláta: "Why Lawd?," NxWorries (Anderson.Paak & Knxwledge)
Besta Dance/Electronic pláta: "BRAT," Charli XCX
Besta rokkavrik: "Now and Then," The Beatles
Besta rokkpláta: "Hackney Diamonds," The Rolling Stones
Besti rokksangur: "Broken Man," Annie Clark, sangskrivari (St. Vincent) 
Best alternativa tónleikaútgáva: "All Born Screaming," St. Vincent
Best alternativa tónleikaavrik: "Flea", St. Vincent
Besta remixa innspæling: "Espresso (Mark Ronson x FNZ Working Late Remix)," FNZ og Mark Ronson, remixere (Sabrina Carpenter)
Besta americana avrik: "American Dreaming," Sierra Ferrell
Besta americana roots sangur: "American Dreaming," Sierra Ferrell og Melody Walker, sangskrivarar
Besta americana pláta: "Trail of Flowers," Sierra Ferrell
Besta bluegrass pláta: "Live Vol 1.," Billy Strings
Besta folk pláta: "Woodland," Gillian Welch og David Rawlings
Besta staðbundna roots pláta: "Kuini," Kalani Pe'a
Besta gospel avrik/sangur: "One Hallelujah," Tasha Cobbs Leonard, Erica Campbell og Israel Houghton, featuring Jonathan McReynolds og Jekalyn Carr (G. Morris Coleman, Israel Houghton, Kenneth Leonard Jr., Tasha Cobbs Leonard og Naomi Raine, sangskrivarar)
Besta nútímans andaliga tónleikaavrik/sangur: "That's My King," CeCe Winans, Taylor Agan, Kellie Gamble, Lloyd Nicks og Jess Russ, sangskrivarar
Besta gospel pláta: "More Than This," CeCe Winans
Besti nútímans andaliga tónlistafólk: "Heart of a Human," DOE
Besta roots gospel pláta: "Church," Cory Henry
Besta country soloavrik: "It Takes A Woman," Chris Stapleton
Besta country duett-/bólkaavrik: "II Most Wanted," Beyoncé featuring Miley Cyrus
Besti country sangurin: "The Architect," Shane McAnally, Kacey Musgraves og Josh Osborne, sangskrivarar (Kacey Musgraves)
Besti tónleikafilmur: "American Symphony"
Besta amerikanska roots-avrik: "Lighthouse," Sierra Ferrell
Besta siðbundna bluespláta: "Swingin' Live at The Church in Tulsa," The Taj Mahal Sextet
Besta samtíðar bluespláta: "Mileage," Ruthie Foster
Besta Música Urbana-pláta: "Las Letras Ya No Importan," Residente
Besta latín rock ella alternativa pláta: "¿Quién Trae las Cornetas?", Rawayana
Besta Música Mexicana pláta (inklusive Tejano): "Boca Chueca, Vol. 1," Carin León
Besta tropiska latín pláta: "Alma, Corazon y Salsa (Live at Gran Teatro Nacional)," Tony Succar, Mimy Succar
Besta reggae pláta: "Bob Marley: One Love - Music Inspired By The Film (Deluxe)," Diverse kunstnere
Besta altjóða tónleikaavrik: "Bemba Colora," Sheila E. featuring Gloria Estefan og Mimy Succar
Besta afrikanska tónleikaavrik: "Love Me JeJe," Tems
Besta alternativa jazzplátan: "No More Water: The Gospel Of James Baldwin," Meshell Ndegeocello
Besta jazz vokalpláta: "A Joyful Holiday," Samara Joy
Ársins sangskrivari, ikki-klassiskt: Amy Allen
Ársins framleiðari, ikki-klassiskt: Daniel Nigro
Ársins framleiðari, klassiskt: Elaine Martone
Besta úrval av filmstónleiki fyri kykmiðlar: Hans Zimmer, "Dune: Part II"
Besta skemtipláta: "Dreamer," Dave Chappelle

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109