Atlantsflog: Skal tyrla altíð vera tøk, er neyðugt við trimum tyrlum

Atlantsflog: Skal tyrla altíð vera tøk, er neyðugt við trimum tyrlum
Skulu vit hava tríggjar tyrlur, má tað vera ein politisk raðfesting, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum
Tyrlusáttmálin millum landið og Atlantsflog fer úr gildi 31. desember í ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.01.2025 - 13:11

- Tað eru bara tvær tyrlur. Skulu vit tryggja, at í minsta lagi ein tyrla er tøk allar dagar í árinum, mugu vit hava tríggjar tyrlur.

Tað sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways.

Í sáttmálanum millum Atlantsflog og landið, sum var gjørdur í 2015, er lagt upp fyri tí, sum í sáttmálanum verður kallað óreglusemi. 

 

Niels Mortensen er nevndarformaður í Atlantsflogi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Óreglusemi er, tá Atlantic Airvays veitir minni enn 97,75 prosent av árligu tilbúgvingini. Tað svarar til umleið átta dagar um árið.

Tað vil siga, at Atlantic Airways kann í átta dagar hava hvørga tyrluna tøka, uttan at flogfelagið brýtur sáttmálan. Fer tað upp um hesar átta dagarnar, rindar Atlantic Airways bøtur fyri hvønn tíma. 

- Skulu vit hava tríggjar tyrlur, má tað vera ein politisk raðfesting, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

30012025_Niels_og_tyrlur

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV