Røktarheimið í Hoyvík fyri býráðið

Røktarheimið í Hoyvík fyri býráðið
Neyðugt er ikki at kanna málið meiri, heldur umsitingin í býraðnum
Býráðið skal viðgera málið í dag, tí minnilutin í byggi- og býarskipanarnevndini, Kári Johansen og Birgir Nielsen, krevur málið fyri býráðið.
 
30.01.2025 - 11:31

Nú er kannað nóg mikið í sambandi við at røktarheim skal byggjast í Stórubrekku í Hoyvík.

Neyðugt er tí ikki at gera fleiri kanningum. 

Tað halda heilsu- og umsorganarstjórin, miðfyrisitingarstjórin, tekniski stjórin, býararkitekturin og leiðarin á bygningsdeildini og haraftrat meirilutin í byggi- og býarskipanarnevndini.

Býráðið skal viðgera málið í dag, tí minnilutin í byggi- og býarskipanarnevndini, Kári Johansen og Birgir Nielsen, krevur málið fyri býráðið.

Stjórarnir og nevndarmeirilutin mæla eisini til, at umsitingin hjá kommuni ger mannagongdir um umhvørvisárinsmetingar.

Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti annars 11. desember í fjør at gera umhvørvisárinsmeting í Stórubrekku, áðrenn nakað arbeiði fer í gongd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
«Hví eru tit ræddir, fátrúnu menn!»
187112
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050