- Tíðindi, mentan og ítróttur
EM-liðskiparin til Champions-League felag
Liðskiparin hjá føroyska hondbóltslandsliðnum, Pernille Brandenborg, skiftir úr København Håndbold til norska Champions League-felagið Storhamar.
Skiftið kemur í kjalarvørrinum á fyrsta EM-endaspælinum hjá føroysku hondbóltskvinnunum, har Pernille Brandenborg taldist millum eyðsýndastu føroysku spælararnar.
- Hetta er eitt superkeyp fyri okkum, sigur venjarin hjá Storhamar, Kenneth Gabrielsen.
Pernille Brandenborg sigur við heimasíðuna hjá Storhamar, at tað bert tók eina lítla viku at fáa skiftið í lag, tí hon metir hetta vera ein møguleika, sum hon ikki kundi siga nei til.
- Eg havi sæð fleiri av dystunum (hjá Storhamar, red.) í Champions League. Eg haldi, at liðið hevur staðið seg væl og betri, enn stigatalvan bendir á, sigur landsliðsliðskiparin. Storhamar liggur fremst í bestu norsku deildini, aftir at stórfelagið Vipers Kristiansand fyri kortum fór á húsagang.
- Pernille kann menna seg upp á alskyns mátar, tí hon hevur neyðugu svongdina. Vit fáa ein strukuspælara, sum hevur evni í øllum spælifasum. So er hon eisini lang og sterk, sigur venjarin.
Áðrenn Pernille Brandenborg fór til København Håndbold, spældi hon við Randers, Vendsyssel og Gudme.
- Eg havi ment meg nógv í København Håndbold, har eg havi havt tað sera gott. Tí er tað ringt at fara.Eg vil kortini fegin royna meg í evropeiskum hondbóltskappingum, sigur Pernille Brandenborg.