- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mads Langer og skrivikapping við monologum í Runavík
Urd Johannesen, sum er mentanarleiðari í Runavíkar kommunu, sigur at tey eru komin væl áleiðis við fyrireikingunum til mentanarvikuna, sum verður frá 21. til 27. apríl, og har ið eitt av endamálunum er at hava tiltøk í so stórum parti av kommununi sum gjørligt.
Eitt av afturvendandi tiltøkunum er stóra konsertin í Løkshøll, sum hesuferð verður leygarkvøldið 26. apríl kl. 21, og tað verður við vælumtókta danska sangaranum og tónleikaranum Mads Langer.
Eitt annað av sera forvitnisligu tiltøkunum á mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, er skrivikappingin, ið nú verður hildin fyri fimmtu ferð.
Oyvør Dam Jacobsen, leiðari á Bókasavninum við Løkin, sigur at tey hesuferð hava valt evnið monologar, og at tað í februar verður skipað fyri einum kveikingardegi.
Treytirnar fyri monologinum í kappingini er at teksturin skal vera á føroyskum, í mesta lagi 1200 orð, og ikki áður hava verið lagdur alment fram.
Freistin fyri at lata tilfarið inn til skrivikappingina er fríggjadagin 21. mars kl. 18 og tað kann gerast á lokin@lokin.fo. Fyrsta virðislønin er uppá 8.000 krónur, onnur virðislønin er uppá 6.000 krónur, og harumframt er ein virðisløn uppá 6.000 krónur til ungt fólk, sum vísir serliga góð evni.
Fyrsta skrivikappingin á mentanarvikuni var í 2021, tá evnið var stuttsøgur, í 2022 var evnið eyssays, í 2023 var tað ein yrking, og í 2024 var evnið í skrivikappingini ummæli.