ES-tiltøk móti Russlandi umfata eisini spælimaskinur

ES-tiltøk móti Russlandi umfata eisini spælimaskinur
Kaja Kallas, uttanríkisstjóri í ES, sigur, at Russland brúkar spælikonsollar at stýra dronum við
ES sigur, at Russland brúkar spælimaskinur at stýra dronum við, og tí verða tær eisini fevndar av tiløkum.
 
30.01.2025 - 10:07

Uppskotini hjá ES í 16. pakkanum av tiltøkum móti Moskva eru m.a. at seta bann fyri at selja videospøl og stýripinnar - joystick - til Russlands, vísir uppskot frá ES-nevndini.

Tiltøkini fara at ávirka søluna av spælimaskinum, sum Xbox hjá Microsoft, Nintendo Switch og PlayStation hjá Sony, skrivar Reuters.

Russland er undir illgruna fyri at brúka konsollarnar til at stýra dronum. Vónin er, at nýggju tiltøkini kunnu forða russiska dronukrígnum í Ukraina.

- Forboðið skal vera galdandi fyri telduspælstýringar, spælistýringar, flogsimulatorstýringar, stýripinnar og annað tilhoyr til spælikonsollar ella undirhaldsskipanir, við kaðlum og tráðleysar, stendur í uppskotinum.

 

Kaja Kallas er uttanríkisstjóri í ES. 

 

Leingja tiltøk í hálvt ár

Tiltøkini koma tveir dagar eftir, at uttanríkisráðharrarnir í ES mánadagin samdust um at leingja verandi tiltøk í seks mánaðir.

Í sambandi við fundin mánadagin nevndi uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas, møguligar broytingar í sambandi við spælikonsollar, tí teir  vera eftir øllum at døma brúktir til at stýra dronum við.

ES-londini skulu semjast um tiltøkini, áðrenn tey kunnu setast í verk. Avgerðin krevur, at øll taka undir við teimum.

Endamálið við tiltøkunum er eisini at minka inntøkur hjá Russlandi frá t.d. útflutningi av gassi, og útgerð, sum verður nýtt í krígnum móti Ukraina.

Uppskotið kemur stutt fyri trý ára dagin fyri russisku innrásina í Ukraina 24. februar 2022.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878