Styrkt tvílæraraskipan í staðin fyri styttan skúladag

Styrkt tvílæraraskipan í staðin fyri styttan skúladag
Eyðbjartur Skaalum, lærari og nevndarlimur í Lærarafelagnum, heldur, at styttri skúladagur ger, at vit fáa minni burtur úr einstøku lærugreinunum.
Vit eiga at menna tvílæraraskipanina og á tann hátt stimbra næmingarnar til at læra meira, heldur Eyðbjartur Skaalum, lærari. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
30.01.2025 - 13:18

Ætlanin hjá landsstýrinum um at stytta skúladagin í fólkaskúlanum merkir færri tímar í ávísum lærugreinum, og tað hevur við sær, at vit fáa minni burtur úr einstøku lærugreinunum.

Tað sigur Eyðbjartur Skaalum, lærari í skúlanum á Argjahamri og nevndarlimur í Føroya Lærarafelag. 

 

Eyðbjartur Skaalum.

 

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður sagt, at ein av grundgevingunum fyri at stytta skúladagin er, at næmingarnir ikki møðast, og eru betur fyri.

Eyðbjartur Skaalum heldur ikki, at hetta er nóg góð grundgeving. Hann heldur hinvegin, at vit eiga at menna tvílæraraskipanina og á tann hátt stimbra næmingarnar til at læra meira.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

30012025_Eydbjartur

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV