- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er kunngerð gjørd um næmingaráð
Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur gjørt uppskot um kunngerð um næmingaráð í fólkaskúlanum.
Tað er til hoyringar til 28. februar.
Næmingaráð skal tryggja, at næmingarnir vera hoyrdir í øllum málum, har fyriskipanir, sum hava ávirkan á læring, trivnað og undirvísingarumstøður, eru á veg.
Endamálið við kunngerðini er eisini, at næmingarnir hava eitt stað, har teir hava høvi til at viðgera mál, sum hava felags áhuga.
Og ráðið skal menna samstarv og felags ábyrgd, har næmingarnir virknir taka lut og viðgera mál í eini
fólkaræðisligari tilgongd, eru stóru orðini í uppskotinum um kunngerð.
Næmingaráð vera í skúlum, sum hava 5.flokk og eldri floksstig.
Skúlastjórin hevur ábyrgd av næmingaráðnum.
Skúlastjórin tilnevnir lærara ella annað starvsfólk at vera samstarvsfólk hjá næmingaráðnum.
Næmingaráðsval er á hvørjum ári í seinasta lagi hálvan september.
Næmingaráðið eigur eina ella tvær ferðir um árið at hoyra næmingarnar.
Heimildin at stovna næmingaráð kom í fólkaskúlalógini í 1997.
Og nú kemur kunngerðin.