- Tíðindi, mentan og ítróttur
Anna Falkenberg: Føroyar kunnu enda sum eftirbátur trygdarpolitiskt
Danska stjórnin hevur sett 15 milliardir krónur av at styrkja donsku verjuna í Arktis og Norðuratlantshavi.
Flestu viðurskifti í semjuni hava samband við ætlaninar um raðfestingar í Grønlandi, men Uttanríkis- og vinnumálið skrivar í tíðindaskrivi, at ávís viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri Føroyar, eru eisini við í semjuni, men tað heldur Anna Falkenberg, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, ikki er nóg gott fyri trygdina í Føroyum.
Tá nýggja verjusemjan var løgd fram í gjár, so var danski verjumálaráðharrin og uttanríkisráðharrin í Grønlandi til staðar, men eingin uttanríkisráðharri úr Føroyum.
Anna Falkenberg metir, at landsstýrið tekur ikki trygdarstøðuna í Arktis og í Norðuratlantshavi í nóg stórum álvara.
Anna Falkenberg sigur, at fyri tveimum árum síðan gjørdu føroysku flokkarnir á Fólkatingi eitt uppskot við ítøkiligum boðum, ið kundu takast við til verjusemjuna, men hetta bleiv skúgvað til viks av landsstýrismanninum í uttanríkismálum.
Fólkatingsumboðið fyri Sambandsflokkin sigur, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum vil loysa Føroyar úr ríkinum og rinda fyri alt sjálvur, men í núverandi løtu er hall á fíggjarlógini - og krøvini frá Nato til trygd hækka alsamt, og tí kunnu Føroyar gerast eftirbátur, heldur hon.