Eiga at fegnast um útlendskan váðafúsan kapital

Eiga at fegnast um útlendskan váðafúsan kapital
Formaðurin í Búskaparráðnum sigur, at at vit liva í einari altjóðagjørdari verð, og føroyingar keypa seg eisini inn í fyritøkur uttanlands
Johnny í Grótinum er formaður í Búskaparráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.01.2025 - 13:23

- Í staðin fyri at øsa seg, átti landsstýrismaðurin at frøtt seg um, at vit fáa váðafúsan kapital til samfelagið, og at útlendskar fyritøkur eru sinnaðar at gera íløgur í føroyskar fyritøkur.

Tað sigur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, nú Articon fer á útlendskar hendur.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, segði við útvarpið í gjárkvøldið, at hann er vónsvikin og argur um, at enn ein føroysk fyritøka fer á útlendskar hendur, og tí eiga vit at tryggja, at vit varðveita vinningin og inntøkurnar í Føroyum.

 

Høgni Hoydal. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Gongur báðar vegir

Johnny í Grótinum sigur hinvegin, at vit liva í einari altjóðagjørdari verð, og tí gongur tað báðar vegir.  

Fleiri føroyskar fyritøkur hava eisini keypt seg inn í fyritøkur uttanlands.

Hann vísir á, at tað er ein sjálvfylgja, at fyritøkur, sum keypa seg inn í Føroyum, vænta sær avkast av íløguni, men føroyska samfelagið fær eisini ágóðan av hesum, og tí hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum ogna orsøk at stúra fyri, at vinningur og inntøkur fara av landinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

23012025_Johnny_um_utlendskar_fyritokur

 

Høgni Hoydal segði við útvarpið í gjárkvøldið, at hann fer at kalla umboð fyri vinnuna á fund og kanna, hví fyritøkur verða seldar av landinum, og hvat kann gerast. 

Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, hevur ongar viðmerkingar í løtuni, men sigur, at hetta er eitt prinsipielt kjak, sum Vinnuhúsið fer at umrøða við sínar limir á nevndarfundi. 

- Fyrr enn tað er viðgjørt í nevndini, fái eg ikki sagt so nógv um málið, sigur Niels Winther.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151