Skulu gera greitt, at vit eru partur av vesturheiminum

Skulu gera greitt, at vit eru partur av vesturheiminum
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, fer á fund í kvøld við stjórnina um støðuna millum USA og Danmark
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna
 
09.01.2025 - 15:48

Føroyar hava stóran geopolitiskan leiklut, og vit skulu melda greitt út, at vit eru partur av vesturheiminum.

Tað sigur Anna Falkenberg, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, sum heldur, at saman við Danmark og Grønlandi standa vit sterkari mótvegis umheiminum.

Hon fer á fund við stjórnina í kvøld um støðuna millum USA og Danmark eftir tað, sum nýggi amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt um Grønland og Danmark seinastu dagarnar:

 

09012025_Anna_Falkenberg

 

Danska stjórnin hevur boðað øllum flokkum á fólkatingi til fundar í kvøld um støðuna eftir vitjanina hjá Donald Trump yngra í Grønlandi fyrr í vikuni og um tað, sum komandi amerikanski forsetin hevur sagt um Grønland og Danmark.

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, sigur, at støðan er álvarslig, men hann heldur ikki, at talan er um eina kreppu í viðurskiftunum millum USA og Danmark.

- Hetta er ein avbjóðing í ríkisfelagsskapinum, og tað hevur týdning at kunna forfólkini í politisku flokkunum, sigur Lars Løkke Rasmussen.

Meiri verður at frætta í tíðindunum klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497