Færri kvinnur eru arbeiðsleysar

Færri kvinnur eru arbeiðsleysar
Arbeiðsloysið í november var 0,9 prosent
Í november í fjør vóru 94 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
09.01.2025 - 08:02

Færri kvinnur eru arbeiðsleysar nú.

Í november í fjør vóru 94 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur.

Arbeiðsloysið er 0,7 prosent, sum er 0,1 prosentstig minni enn í november 2023.

Hjá monnum er júst øvut.

Hjá monnum var arbeiðsloysið 1,0 prosent. 170 fulltíðararbeiðsleysir menn vóru í november í fjør, 0,1 prosentstig meira enn í november 2023, skrivar Hagstovan.

Samanumtikið var arbeiðsloysið 0,9 prosent í november.

Í november 2023 var arbeiðsloysið 0,8 prosent.

38 fólk eru langtíðararbeiðsleys.

Tey hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár.

Tey fulltíðararbeiðsleysu vóru seks fleiri í november í fjør enn í november 2023.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109