Kærurnar hava steðgandi virknað

Kærurnar hava steðgandi virknað
Varðin Pelagic á Tvøroyri hevur fingið byggiloyvi frá kommununi, men kortini kann ikki farast undir arbeiðið enn
Farast kann ikki undir arbeiðið enn, tí kærurnar til Umhvørvismálaráðið og friðingarnevndina hava steðgandi virknað.
 
03.01.2025 - 13:45

Hóast Varðin Pelagic fyri eini viku síðani fekk byggiloyvi frá Tvøroyrar kommunu til nýggju protein- og lýsiverksmiðjuna á Tvøroyri, kann ikki farast undir arbeiðið enn. 

Tvær kærur eru ikki liðugt viðgjørdar, og tað hevur steðgandi virknað á arbeiðið - bæði eftir umhvørvisverndarlógini og kunngerð um kommunala byggimálsviðgerð.

Felagsskapurin “Livilig kor” kærdi 23. desembur niðurstøðuna hjá Umhvørvisstovuni um umhvørvisgóðkenning til Umhvørvismálaráðið, og tann 25. desembur niðurstøðuna hjá lokalu friðingarnevndini til Yvirfriðingarnevndina.

 

Jógvan Páll Lassen. 

 

Forkvinnan í “Liviligum korum”, Rósa Heinesen, undraðist tí í tíðindunum í gjár á, at byggiloyvið kortini var givið.

Jógvan Páll Lassen, advokatur, sigur, at byggilovið kann ikki brúkast meira enn tað, at kommunan gevur til kennar, hvørja støðu hon hevur til málið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03012025_Vardin_og_kaerur

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109