Umleið 13 milliardir goldnar í lønum seinasta árið

Umleið 13 milliardir goldnar í lønum seinasta árið
Vøksturin er 731 milliónir kr., ella seks prosent
Vøksturin í lønargjaldingum hevur verið støðugur seinastu árini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.12.2024 - 10:50

12,7 milliardir krónur vóru latnar í A-skattaðum lønum frá desember í fjør til november í ár.

Hetta er seks prosent, 731 milliónir, meira enn undafarna 12 mánaða skeið.

Vøksturin hevur verið støðugur seinastu árini.  

Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða er einasta vinnugreinin við minni lønum samanborið við undanfarna tíðarskeið. 

 

 

Kvinnur eiga størra vøksturin

Lønin hjá kvinnum er vaksin tíggju prosent. Og vøksturin er størri hjá kvinnum enn hjá monnum.

Av teimum 731 milliónum, sum lønirnar vuksu, eiga kvinnurnar yvir 60 prosent.

Men miðallønin hjá kvinnum er ein triðingur minni enn hjá monnum.

Miðallønin hjá kvinnum var 28.700 krónur í november. Hon var 42.400 krónur hjá monnum.   

 


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109