- Tíðindi, mentan og ítróttur
Enn ein á Lakjuni-systir hugtekur við jólasangi
Paula á Lakjuni gjørdist heimskend í Føroyum, tá hon var eitt av børnunum, ið sang við at hittinum "Tað kundi verið eg" hjá Steintóri Rasmussen.
Á nýggju, ensku útgávuni av sanginum, "What If It Were Me", hoyrist, at Paula á Lakjuni hevur ment seg nógv sum sangari, og hevur Paula lagt eina framúrskarandi tulking av jólasanginum "Noel" á YouTube.
Her hoyrist á øllum brøgdum, at hon er eitt sjáldsama stórt sangtalent.
Paula hevur gott í at bræða. Hon er lítlasystur Victoriu á Lakjuni, sum í 2017 nærmast ognartók jólini hetta árið við sínari framúrskarandi tulking av "Mary Did You Know", sum er stroymd næstan eina hálva millión ferðir á YouTube.
Framúrskarandi undirspælið á klaverinum til báðar jólasangirnar hjá á Lakjuni-systrunum eigur stórasysturin hjá Paulu og Viktoriu, Evy á Lakjuni.
Evy á Lakjuni er stórasystir bæði Paulu og Viktoriu og hevur klaverfylgisspælið undir (Mynd: Eyðbjørn Jacobsen)
Pætur Gerðalíð, ið eisini hevur framleitt, og Helena Johannesen spæla sello, meðan gamli ljóðkandakallurin Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastrað.
Upptøkurnar av framførsluni í Varpinum hevur Eyðbjørn Jacobsen, eydbii, gjørt.
Pætur Gerðalíð spælir sello og hevur framleitt útgávuna hjá Paulu á Lakjuni av "Noel" (Mynd: Eyðbjørn Jacobsen, eydbii.com)
Sangin "Noel" skrivaðu Chris Tomlin, Ed Cash og Matt Redman.