- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jana Mittún: Heimavøllurin verður avgerandi

Skal føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum spæla seg til EM, skulu úrslitini á heimavølli vera góð.
Tað heldur føroyski bakspælarin, Jana Mittún, eftir lutakastið til undankappingina í gjár, har Montenegro, Ísland og Portugal komu úr EHF-bollanum saman við Føroyum.
- Vit vita, at um vit skulu hava nakran møguleika móti nøkrum av liðunum, skulu vit spæla øgiliga væl. Eg vænti, tað verður týdningarmikið at hava ein sterkan heimavøll, har vit fáa nøkur stig, sigur Jana Mittún úr Viborg.
- Somuleiðis skulu vit hava nøkur óvæntað stig og topp-avrik.
Gleða seg til Ísland
Í seinastu EM-undankappingini vóru Føroyar eisini í bólki saman við Íslandi. Dysturin í Føroyum var javnur leingi, áðrenn Ísland fór undan síðstu løtuna, og í Íslandi varð forargilsi um 24-20 tapið skjótt vent til gleði um kortini at hava spælt seg til endaspælið.
- Tá taptu vit báðar dystirnar, men eg haldi, vit allar vilja hava revansju, so teir dystirnar gleða vit okkum til, staðfestir Jana Mittún.
Eins og hjá monnum tykist Portugal vera eitt lið á veg fram, meðan Montenegro endaði heilt frammi á 8. plássi til EM-endaspælið í vetur.
- Montenegro er ein øgiliga sterk hondbóltstjóð á kvinnusíðuni. Tær plaga at hava ein øgiliga sterkan heimavøll, og á onkran hátt spæla tær nógv við hjartanum og kenslum. Tær hava nógvar øgiliga góðar leikarar á hægsta stigi, og dystirnir móti teimum verða øgiliga torførir, sigur kviki bakspælarin, sum væntar eina krevjandi undankapping.
- Einki lið í bólkinum fer at geva okkum ein lættan dyst, so vit vita, at tað fer at krevja nógv. Tað fer at vera rættiliga spennandi og læruríkt fyri okkum.
Tvey tey bestu liðini í hvørjum bólki og fýra teir bestu trý'ararnir spæla seg til endaspælið, og fyrstu dystirnir í undankappingini verða í oktober.