- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hondbóltsfeløgini í Klaksvík ætla at leggja saman

Føroyskur hondbóltur stendur í fagrasta/besta blóma, og klaksvíkingar vilja eisini vera við í stóru menningini.
Í Klaksvík hava gentur og kvinnur spælt hondbólt við Stjørnuni, og menn og dreingir hava spælt við Team Klaksvík.
Í gjár var kunningarfundur um møguliga samanlegging hjá Stjørnuni og Team Klaksvík.
- Soleiðis lofta vit best teimum ungu, sigur Sylvia Løvenskjold Hansen, forkvinna í Stjørnuni.
Óli á Gravarbø, formaður í Team Klaksvík, er sannførdur um, at tíðin er komin at leggja saman, og at undirtøka er millum limirnar hjá sær.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Ein arbeiðsbólkur verður nú settur at arbeiða víðari við samanleggingini.
Uppskotið um samanlegging kemur til viðgerðar á aðalfundi í báðum feløgum.
Stjørnan hevur aðalfund 24. mars og Team Klaksvík kallar inn til eykaaðalfund, um arbeiðsbólkurin kemur til tað niðurstøðu, at undirtøka er fyri samanleggingini.