
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Neyðugt við breiðum politiskum semjum um nýskipanir

Neyðugt er við breiðum semjum at gera tær nýskipanir, sum skulu tryggja haldføri í føroyska búskapinum.
Tað eru Eyðgunn Samuelsen, fíggjarnevndarforkvinna, og Magnus Rasmussen, fíggjarnevndarlimur, samd um, nú ring útlit eru fyri at fáa yvirskot aftur á fíggjarlógina í bræði.
Bara næsta ár kann væntast ein fjórðingsmilliard í halli, sambært nýggjastu játtanarkørmunum.
Eyðgunn Samuelsen og Magnus Rasmussen.
Raksturin av tveimum økjum fer við góðari helvt av útreiðslunum á fíggjarlógini í dag - almannamál kosta 2,2 milliardir, og heilsumál kosta 1,7 milliardir kr.
- Gongdin er so mikið skeiklað, at tað ber ikki til at spara seg burtur úr henni. Neyðugt er við nýskipanum, søgdu Eyðgunn Samuelsen og Magnus Rasmussen í Breddanum fyrrapartin.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Allur Breddin kann hoyrast her.