- Tíðindi, mentan og ítróttur
Her er nýggi stjórin í Almannaverkinum
Her er nýggi stjórin í Almannaverkinum
Hjørdis S. Mortensen tekur við starvinum 1. juni

Hjørdis S. Mortensen er nýggjur stjóri í Almannaverkinum.
01.04.2025 - 13:18
Hjørdis S. Mortensen verður nýggjur stjóri í Almannaverkinum.
Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og hevur haraftrat samfelagsliga bachelorútbúgving frá lærda háskúlanum í Bergen.
Hjørdis S. Mortensen hevur starvast í Almannaverkinum í 16 ár, og hevur í fleiri ár verið leiðari. Seinasta árið hevur hon verið stjóri í Trivnaðardeplinum.
Ein av høvuðsuppgávunum hjá nýggja stjóranum verður at fremja bygnaðarbroytingarnar, sum eru settar út í kortið, og sum serliga snúgva seg um at sameina Trivnaðardepilin og Viðskiftadepilin.
Hjørdis S. Mortensen tekur við starvinum 1. juni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV