- Tíðindi, mentan og ítróttur
EM-sigur gav oddasess

Eftir 15-15 í hálvleikinum var tað mestsum beinanvegin í seinna hálvleiki, at Føroyar tóku leiðsluna og hildu hana restina av dystinum, sum endaði 32-31 til Føroyar.
Annar av viðmerkjarunum, Sjúrður Hoydal, staðfesti, at longu frá byrjan í seinna hálvleiki høvdu Føroyar munin, og hin viðmerkjarin, Andrias Eriksen, torir at síggja fyri sær, at Føroyar nú av álvara hava sett kós ímóti EM.
Liðskiparin hjá Føroyum, málverjin Pauli Jacobsen, var eftir dystin kosin besti føroyski spælarin, og eisini landsliðsvenjarin, Peter Bredsdorff Larsen, var errin av liðnum.
Ísak Vedelsbøl, sum fekk sítt fyrsta landsliðsmál í dag og nøkur aftrat, helt verjuna gera stóra munin í dag, men heldur hetta eisini vísa, at føroyskur hondbóltur sum heild er á veg fram.
Føroyar lagt seg á odda
Føroyar eru á odda í okkara bólki í kappingini um at røkka EM-endaspælinum, sum verður í Danmark, Svøríki og Norra í januar næsta ár.
Føroyar hava fimm stig, og so koma Holland og Ukraina við fýra stigum í part, og Kosovo hevur trý stig. Ukraina og Kosovo hava eisini spælt í dag, og har vann Ukraina 36-25.
Her kanst tú hoyra nakrar samrøðubitar eftir dystin:
Støðan í bólki 6
1. Føroyar 5 stig
2. Niðurlond 4 stig
--------------------
3. Ukraina 4 stig
4. Kosovo 3 stig
Nummar eitt og tvey í bólkinum fara víðari til EM-endaspælið í januar. Fýra teir bestu trý'arnir av teimum átta í undankappingini - teir sum vinna sær flest stig móti ovaru liðunum - sleppa víðari. Tað er óvuliga sannlíkt, at trý'arin úr hesum bólkinum kemur víðari.