
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar fingu Montenegro, Ísland og Portugal

Føroysku hondbóltskvinnurnar skulu spæla ímóti Portugal, Íslandi og Montenegro í undankappingini til EM-endaspælið, sum verður í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi í desember 2026.
Føroyar vóru í fjórða av fýra styrkisbólkum, sum vóru gjørdir út frá úrslitunum seinastu fýra árini.
Tey fimm vertslondini fara beinleiðis í endaspælið saman við Norra, Danmark og Ungarn, sum vunnu ávíkavist gull, silvur og bronsu til EM í fjør.
Tey 24 liðini í undankappingini spæla sum vanligt úti og heima ímóti teimum trimum mótstøðuliðunum í sínum bólki.
Tveir teir fyrstu dystirnir vera 15. - 19. oktober 2025, 3. og 4. umfar verður 4. - 8. mars 2026 og tveir teir síðstu dystirnir vera 8. - 12. apríl 2026.
Tvey tey bestu liðini í hvørjum bólki og fýra teir bestu trý'ararnir spæla seg til endaspælið.
Soleiðis síggja bólkarnir út til EM-undankappingina, sum byrjar í oktober. (MYND: EHF)