- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóhan vann á Eliasi - Hákun og Vilhelm fremstir

Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt vunnu grannauppgerðina ímóti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Kiel, tá tungvektararnir í norðurtýsklandi brustu saman í gjár.
Føroyski vongurin skeyt eitt mál fyri Flensburg, sum vann dystin 36-33. Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði fimm ferðir og legði upp til tvey fyri THW.
Føroyingar kappast um meistaraheitið
Melsungen, sum hevur verið fremst í Bundesliguni mestsum alt kappingarárið, tapti hetta umfarið, og tað gjørdu hini bæði føroyingarfeløgini, Füchse Berlin og Hannover-Burgdorf, sær dælt av.
Fyrst vann Hannover - uttan skadda Vilhelm Poulsen á liðnum - tepurt á Rhein-Neckar Löwen, og fór upp á fyrsta plássið, áðrenn Füchse Berlin vann 33-30 á útivølli ímóti meistarunum úr Magdeburg, og komu upp á sama stigatal.
Hákun West av Teigum skeyt trý mál upp á fýra royndir í týðandi sigrinum hjá berlinrevunum, sum hava betri málúrtøku enn Vilhelm Poulsen og teir.
Bundesligatoppurin:
1. Füchse Berlin, 37 stig (+129 mál)
2. Hannover-Burgdorf, 37 stig (+57 mál)
3. Melsungen, 36 stig
4. THW Kiel, 34 stig
5. Flensburg-Handewitt, 33 stig