G! festivalurin: Heimskendi íslendski rokkbólkurin Kaleo verður høvuðsnavn

G! festivalurin: Heimskendi íslendski rokkbólkurin Kaleo verður høvuðsnavn
"Way Down We Go". Heimskendi íslendski rokkbólkurin Kaleo verður eitt av høvuðsnøvnunum á G! festivalinum í summar
Mynd: Kaleo á Facebook  
 
28.11.2024 - 12:32

Í 2014 vitjaði eitt ókent íslendskt rokkorkestur Føroyar og G! festivalin, tá teir spældu á spæliplássinum í Syðrugøtu.

Kaleo var fyrstu ferð komið inn á radaran hjá tónleikaáhugaðu føroyingum fyrri sama ár, tá bólkurin spældi á føroyska Frigg festivalinum, sum bleiv fyriskipaður í Keypmannahavn. 

Tað var eingin onnur, enn tann seinni so navnframa Barbara Holm, journalistur og redaktør í Frihedsbrevet.fo, ið bókaði tónleikin til festivalin, og sum hevði fingið eyga á lovandi íslendska rokkbólkin.  

 

Á G!

Síðani hevur tað bara gingið ein veg hjá Kaleo: Yvir fýra milliardir stroymingar, GRAMMY-tilnevning, konsertir saman við Rolling Stones og framførslur á risafestivalunum Coachella og Lollapalooza.

 

So nú G! festivalurin boðar frá, at Kaleo kemur aftur til Føroya at spæla á festivalinum í 2025, eru Jökull Júlíusson (JJ), Davíð Antonsson, Daníel Kristjánsson, Rubin Pollock og Þorleifur Gaukur Davíðsson heimsstjørnur.

 

"Way Down We Go" 

Alt broyttist fyri Kaleo, tá bólkurin í 2016 útgav plátuna A/B við risahittinum "Way Down We Go".

Sangurin hevur í dag 1,2 milliardir spælingar á Spotify. 

 

Hvat: G! festivalurin
Hvar: Syðrugøtu
Nær: 17.-19. juli 2025
Hvør: Kaleo, Hallur Joensen & Marius DC

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823