- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danski rokkbólkurin The Minds Of 99 verður høvuðsnavn á Voxbotn
Seinastu árini er eingin bólkur ella einstaklingur á danska tónleikapallinum komin The Minds Of 99 til kníggja.
The Minds Of 99, sum varð stovnaður í Keypmannahavn í 2012, er strokin upp á danska tónleikatindin sum ein rakett.
Bara trý ár eftir, at bólkurin var stovnaður, fyltu bólkurin plássið frammanfyri Orange-pallin á Roskilde festivalinum.
Síðani hava Niels Brandt og hinir í bólkinum nærmast ognartikið Parkina í Keypmannahavn, og gjørt danska tjóðleikvøllin til teirra heimavøll.
Løgdu Parkina og Treo niður
Fyrstu ferð, tað hendi, var beint eftir at koronafarsóttin hevði herjað í 2021, tá bólkurin spældi eina útselda konsert í Parkini, sum var púra óhoyrt fyri ein danskan bólk.
Sjálvt tann annars so atfinningarsami ummælarin Thomas Treo í Ekstrablaðnum legði seg skerflatan.
"Historisk: Sensationelt i Parken," skrivaði Thomas Treo. "The Minds of 99 skabte euforiske tilstande med mindeværdig kraftpræstation foran 50.000 tilhængere. Der var magi i luften. Gåsehud på armen. Sved i armhulen."
So hildu øll, at tað ikki kundi blíva størri hjá The Minds Of 99, men tað kundi tað.
Tríggjar útseldar konsertir í Parkini
Í summar spældi bólkurin tríggjar útseldar konsertir í Parkini, og enn einaferð fóru ummælini heilt upp undir loftið í Parkini.
BT gav konsertini 6 av 6 stjørnum. Soundvenue 5 av 6. Politikken 6 av 6. Gaffa 6 av 6. Hesaferð var Thomas Treo frá Ekstrablaðnum eitt sindur meira lunkaður, tí hann gav konsertini, ið hann var til, 5 av 6 stjørnum.
Ein heimildarfilmurin er gjørdur um sermerktu konsertrøðina hjá The Minds Of 99, sum verður frumsýndur í februar.
Størsta danska navnið
Øll tey stóru føroysku tónleikatiltøkini hava í fleiri ár ligið framvið at fáa The Minds Of 99 til Føroya at spæla, men tað gjørdist Voxbotn, ið fekk stóra danska kalvan inn um lúnningina.
Sjálvsagt eru fyriskipararnir av Voxbotn ovurfegnir um, at tað hevur eydnast at fáa Minds Of 99 til Føroya.
"Frá Parkini til Vágsbotn. Sama hvar teir spæla, sama hvat teir gera, so fáa teir toppkarakter. Tað sum byrjaði við at nakrir vinmenn í Keypmannahavn gingu saman í ein tónleikabólk í 2012, menti seg skjótt til, at teir gjørdust kongarnir av danska tónleikahválvinum. Føroyar, gleð teg til The Minds of 99," skriva fyriskipararnir,
Voxbotn-fyriskipararnir fara so langt sum at siga, at Minds Of 99 er tað størsta navnið nakrantíð á Voxbotn. Tað er tó ein ivasamur pástandur, tí tað verður trupult at yvirganga heimsstjørnuna Nick Carter úr Backstreet Boys. Men størsta danska navnið, ið hevur verið á Voxbotn, er The Minds Of 99 nokk.
Sveimandi popprokkur
Á einum punkti raka Voxbotn-fyriskipararnir tó blett, og tað er, tá teir skulu lýsa tónleikin hjá The Minds Of 99.
Tónleikurin er sveimandi danskur popprokkur, tí hóast ljóðið hjá bólkinum er rættiliga egið, so er tað perudanskt. Tað er nokk eisini orsøkin til, at The Minds Of 99 fyrstu og fremst ráða á danska tónleikapallinum, og ikki nakranstaðni uttanfyri donsku strendurnar - uttan eitt sindur í Føroyum og allarhelst í Grønlandi.
So verður spennandi at vita, hvussu tónleikurin hjá The Minds Of 99 fer at leggja føroyingar í fjøtur, eins og hann ger við danir. Eitt er vist, og tað er, at bólkurin spælir væl, og føroyingar kunnu gleða seg til eina góða konsert. Tað fingu øll, ið vóru í Parkini í summar, sjón fyri søgn um.
Hvat: Voxbotn
Hvar: Havn
Nær: 28. juni 2025
Hvør: The Minds Of 99, Suspekt, Søren Huss, Goodboys, RSP & Ester Kristiansen