- Tíðindi, mentan og ítróttur
12 kommunur eru eftir at skipa seg
Í morgin eru tvær vikur síðan kommunuvalið, og higartil hava 17 av teimum 29 nývaldu kommunustýrunum formliga skipað seg.
Tað merkir, at í 12 kommunum er nývalda kommunustýrið enn ikki formliga skipað á bý- ella bygdaráðsfundi.
Kommunustýrislógin sigur, at fyrstvaldi kommunustýrislimur gevur fundarboð til nývalda stýrið, sum á fundinum skal skipa nýggja kommunustýrið og velja borgarstjóra.
Í Klaksvík bíða tey eftir, at Jógvan Skorheim, sum er fyrstvaldur á størsta listanum - hjá Fólkaflokkinum - skal kalla nývalda býráðið til fundar. (Mynd: Bárður Lydersen)
Bíða eftir innkalling í Klaksvík
Í Klaksvíkar kommunu er semjuskjal undirskrivað, og har verður bíðað eftir, at Jógvan Skorheim, sum er fyrstvaldur á størsta listanum - sum er listin hjá Fólkaflokkinum - kallar nývalda býráðið inn til fund.
Í Fugloyar kommunu er Símun Gullaksen fyrstvaldur. Hann sigur, at hjá teimum verður tað avgreitt fyri jól. Og í Viðareiðis kommunu sigur Hans Jákup Kallsberg, fyrstvaldur, at hann fer at kalla nývalda bygdaráðið saman í næsta mánaði.
Í Fuglafjarðar kommunu bleiv Listi Á størsti listi, men hann sær út til at enda í minniluta. Ólavur Larsen, sum er fyrstvaldur, sigur, at tað verður framvegis samráðst um nevndarsessir, og at tað ikki verður kallað inn, fyrr enn tær samráðingarnar eru lidnar.
Linjohn Christiansen.
Sjómenn í kommunustýrunum
Bæði í Húsavíkar og Skálavíkar kommunum eru sjómenn í nývaldu kommunustýrunum, og tí er ikki kallað inn til fundar enn.
Linjohn Christiansen, fyrstvaldur og sitandi borgarstjóri í Skálavíkar kommunu, er sjálvur til skips, men kemur heim aftur fyrsta dagin. Hann sigur, at fundurin hjá teimum verður í seinasta lagi um hálvan desember. Dávur Sørensen, fyrstvaldur í Húsavíkar kommunu, sigur, at hann fer at kalla inn til fund beint fyri jól, tá tað fer at bera til hjá øllum at møta.
Í Skúvoyar kommunu er Harry Jensen fyrstvaldur, men har hevur ivi nú tikið seg upp um valúrslitið, eftir at tað kom fram, at eingir atkvøðuseðlar vóru tøkir valdagin, og at fólk tí noyddust at atkvøða sum við brævatkvøðu. Tað málið liggur í løtuni hjá Løgmálaráðnum.
Á kommunuvali. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Øll kunnu ikki møta
Í Suðuroynni hava fimm av teimum sjey kommununum framvegis ikki avgreitt nýggja kommunustýrið. Í fleiri av kommununum er trupult at finna ein dag at savna allar kommunustýrislimirnar.
Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovs kommunu, sigur, at har er trupult at fáa tað at ganga upp, so øll kunnu møta, men at tað sjálvandi verður avgreitt fyri ársskiftið, sum lógin sigur.
Eyðbjørn Thomsen, fyrstvaldur í Sumbiar kommunu, er sjálvur burturstaddur og verður ikki aftur fyrr enn seint í hesi vikuni, og har er ikki fundur ásettur enn.
Støðan er tann sama í Hvalbiar kommunu, har Ronni Hammer, sum er fyrstvaldur, skal kalla inn til fund. Hann hevur fyrr sagt við Kringvarpið, at hann ikki sjálvur verður borgarstjóri.
Í Porkeris kommunu hevur Teresa Heradóttir Silvurdal, sum er fyrstvald, kallað inn til fund mikudagin klokkan 17.
Og so er tað Vágs kommuna, har Arni D. Brattaberg, sum er fyrstvaldur, hevur kallað inn til fund tvær ferðir, men í hvørgum føri var fundurin viðtøkuførur, tí øll ikki møttu á fundinum.