- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søren Huss saman við Suspekt á Voxbotn
Dugnaligi og fólkakæri danski sangarin og sangskrivarin, Søren Huss, ið flest føroyingar kenn frá bólkinum Sabyia, verður eitt á høvuðsnøvnunum á Voxbotn í summar.
Hetta kunngerð Voxbotn í dag.
Søren Huss hevur eisini skrivað sangin "I Surrender", ið er vorðin eitt slag av slagsangi hjá føroysku hondbóltsmonnunum, sum teir síðani hava smittað føroysku hondbóltsfjeppararnar og eysturrísku hondbóltsmenninar við.
Tað var tó serliga ein onnur Saybia-ballada, sum risti navnið hjá Søren Huss og Saybia fast í tilvitskuna hjá fólkum, og tað var balladan "The Second You Sleep”, sum var at finna á plátu við sama navni.
Søren Huss sjálvur
Tað verður tó Søren Huss, ið sjálvur kemur at spæla á Voxbotn 28. juni, og stílurin hjá honum sjálvum er eitt sindur øðrvísi enn hjá Sabyia. Sangirnir eru tó eins væl skrivaðir og inniligir sum teir, ið Søren Huss skrivar til Saybia.
Serliga sangurin "Et hav af udstrakte hænder" er framúrskarandi.
Herfyri gav føroyski Beinir sína debutplátu "Greener" út. Sangin "The Hard Way" hevur Beinir skrivað saman við Søren Huss.
Tá Beinir herfyri hitaði upp fyri Søren Huss, so kom danska stjørnan út á pallin og sang "The Hard Way" saman við Beini. Beinir hevur sjálvur lagt eina lítla upptøku av hendingini út á sín Facebook-vanga.
Umframt Søren Huss, so hevur Voxbotn eisini kunngjørt, at danski hipp hopp og rappbólkurin Suspekt eisini er millum høvuðsnøvnini. Suspekt hevur spælt nakrar ferðir í Føroyum til bæði G! festivali og Tórsfest, og hvørjaferð hevur tað verið ein stór veitsla.
Og fyriskipararnir av Voxbot lova eina rimmar tónleikaveitslu við risatónleikanøvnum. Skráin verður tann størsta í søguni hjá Voxbotni