Pensjónsaldurin verður 70 ár í 2042

Pensjónsaldurin verður 70 ár í 2042
Almanna- og mentamálaráðið hevur sent uppskot til ummælis, ið ásetir, at pensjónsaldurin frá 2035 til 2042 hækkar úr 68 upp í 70 ár
Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.11.2024 - 11:04

Í galdandi almannapensjónslóg er ásett, at pensjónsaldurin skal fylgja gongdini í livialdrinum hjá føroyingum.

Men tað er eisini ásett, at hækkingar í pensjónsaldrinum skulu leggjast fyri løgtingið.

Nú hevur Almanna- og mentamálaráðið sent uppskot til ummælis, ið ásetir, at pensjónsaldurin árini 2035 til 2042 hækkar stigvíst úr 68 upp í 70 ár. 

Uppskotið hevur til endamáls at betra um haldførið í føroyska búskapinum og er ein liður í at tryggja, at vit eisini í framtíðini kunnu varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum. 

Miðað verður eftir at fáa eina breiða politiska semju um pensjónsaldurin.

Politiskar samráðingar eru millum politisku flokkarnar, men enn er ikki komið á mál, og samráðingarnar halda fram, sigur landsstýriskvinnan. 

Sí uppskotið her. 

Sí frágreiðing um pensjónsaldur her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948