Øll samgongan tvíhelt um, at eingir trupulleikar vóru við haldførinum

Øll samgongan tvíhelt um, at eingir trupulleikar vóru við haldførinum
Ein kráka flagsaði við tinghúsið, tann dagin misálitið móti Ingilín D. Strøm var viðgjørt.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.10.2024 - 14:15

Tað var ikki bara táverandi landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D Strøm, sum segði, at eingin vandi var fyri langtíðarhaldførinum hjá Bústøðum undir tingviðgerðini av tingmálinum um millum annað at hækka lánsheimildina hjá Húsalánsgrunninum. 

Øll samgongan tvíhelt um, at frágreiðingin hjá landsgranskoðanini staðfesti ikki, at trupulleikar eru við langtíðarhaldførinum. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

30102024_Bustadir_og_haldfori


I
Ingilín D. Strøm legði frá sær sum landsstýriskvinna, áðrenn atkvøtt var um misálitið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Jacob Vestergaard kærdi  Ingilín D. Strøm til landsstýrismálanevndina. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Løgtingsgranskoðararnir høvdu biðið granskoðarafyritøkuna Januar um nýggjastu tølini hjá Bústøðum millum 1. og 2. viðgerð, og tað vóru hesi tøl, sum 2. og 3. viðgerð serliga snúðu seg um. Skuldi bíðast eftir frágreiðingini ella ikki?

Erling Eidesgaard atkvøddi saman við Liljuni Weihe og andstøðuni málið aftur í nevnd við 3. viðgerð.

Frágreiðingin frá Januar staðfesti við 10 ára framskrivingum, at við ávísum broytingum eru Bústaðir langtíðarhaldførir. Eitt nú má ogn seljast frá, stovnurin effektiviserast og húsaleigan hækka. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109