Stýrið mælir til at gera 13 broytingar í ALS-lógini

Stýrið mælir til at gera 13 broytingar í ALS-lógini
Mælt verður m.a. til at strika bíðidagar og at stytta karantenurnar. Úrslitið hjá ALS í ár verður mett til 160-180 milliónir
Fíggjarstøðan í Arbeiðsloysisskipanini er góð. Inngjøldini í ár vera 190 milliónir og útgjøldini 58 milliónir kr.
 
29.10.2024 - 10:31

13 broytingar skulu gerast í ALS-lógini.

Eisini verður skotið upp at gera aðrar smærri broytingar.

Stýrið fyri ALS hevur gjørt eina heildarmeting um lógina, og hevur mælt til at gera broytingarnar, sum eru í uppskotinum hjá Umhvørvismálaráðnum.

Endamálið er at gera lógina soleiðis, at hon hóskar betur til viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum, sum tey eru nú.

 

Eyðfinnur Jacobsen er stýrisformaður í ALS. 

 

Strika bíðidagar

Av tí at fíggjarstøðan hjá ALS er so góð, verður skotið upp at gera nøkur viðurskifti í lógini høgligari fyri tey arbeiðsleysu. 

Millum annað vera bíðidagarnir strikaðir og karantenurnar styttar. Reglurnar um at halda frí við arbeiðsloysisstuðli vera víðkaðar. 

Fólk, sum fáa lægstu ella miðal fyritíðarpensjón ella framskundaða pensjón, og fólk, sum eru í tillagaðum starvi, kunnu eftir umsókn sleppa undan at rinda ALS-gjald. 

 

Vænta gott úrslit í ár

Í 2024 fara inngjøldini hjá ALS at vera 190 mio. kr. Útgjøldini vera 58 mio. kr. 

Úrslitið fyri 2024 verður 160 til 180 mió. kr. 

Eginognin verður hálvonnur milliard, stendur í lógaruppskotinum, sum nú er til hoyringar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109