Leiðslusessurin í Tjóðveldi púra opin

Leiðslusessurin í Tjóðveldi púra opin
Sirið Stenberg stendur á odda fyri Tjóðveldi, til formansval hevur verið á flokstingi í Tjóðveldi um eina viku. Politiskur eygleiðari heldur tað valið vera púra opið.
Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum og politiskur eygleiðari
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.10.2024 - 10:18

Fríggjakvøldið boðaði formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, púra óvæntað frá, at hann legði frá sær sum formaður í flokkinum, eftir 24 ár í formanssessinum.

Endin í formanssessinum gjørdist heldur rokaligur, tí hósdagin var flokkurin orsøk til, at landsstýriskvinnan hjá Javnaðarflokkinum, Ingilín Didriksen Strøm, noyddist at leggja frá sær.

Síðan vóru tinglimirnir Erling Eidesgaard og Liljan Veihe í Breddanum fríggjadagin, og átalaðu handfaringina hjá formanninum, og tá ið hann so kom í Dag og viku fríggjakvøldið, brúkti hann tíðina uppá at kunngera, at hann nú leggur frá sær sum formaður.

Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum og politiskur eygleiðari, heldur tað vera púra opið, hvør nú kemur at standa á odda fyri flokkinum.

Hann var gestur í útvarpstíðindunum í gjár, tá ið hann fyrst greiddi eitt sindur frá, hvussu tað var, tá ið Høgni Hoydal í 1998 trein inn á politiska pallin:

2024-10-26-Eirikur-Lindenskov

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109